Jákup og Jens Kjartan fyri triðju ferð

Niels Petersen | 8/4/2018 | Viðmerkingar: 6
Triðja árið á rað eydnaðist tað fuglfirðingunum, Jákup L. Baldvinsson og Jens Kjartan Feilberg at vinna FM heitið í billard fyri lið. Vinmenninar, sum spæla við besta liðnum hjá Billardfelag Fuglafjarða (BFF1) vóru í sínum síðsta umfari á Tvøroyri á vitjan hjá Páll Hera Nolsøe og Max Rasmussen, sum alt kappingarárið hava givið teimum ein sera skarpan gang. Tvøramenn høvdu ein dyst eftir eftir hendan dystin, og tað var móti teimum næstbestu hjá fuglfirðingum, og tí mátti eitt gott úrslit fáast til høldar á Tvøroyri.

Eitt gott úrslit var eisini júst tað teir fingu. Tað endaði púra javnt millum teir bestu av Tvøroyri og úr Fuglafirði, 4-4. Við javnleikinum á Tvøroyri hálaðu Jákup og Jens Kjartan seg upp á 54 stig, seks fleiri enn Páll Heri og Max, sum undan ársins síðsta dysti sostatt høvdu 48 stig. Spenningurin var tí øgiligur, tá næstbesta fuglfjarða liðið vitjaði á Tvøroyri, og mín sann, um tað ikki akkurát eydnaðist BFF2 at vinna eina dystin, so úrslitið bleiv 6-2 til tvøramenn. Tað rakk til sigur til tvøramenn, og upp undir liðina á BFF1 á stigatalvuni, men av tí at BFF1 hevði skorað nógv meiri eygu gjøgnum árið, vóru tað teir sum struku við FM heitinum.

Triðja pláss fór til Kristian Suna Høgnesen og Sonhard Johannesen úr Klaksvíkar Billardffelag.

Hetta kappingarárið hevur verið bæði tætt og spennandi allan vegin frá byrjan til enda, og bert nøkur eygu blivu munurin, tá alt kom til stykkis.
Hóast kappingarárið í liðkappingini er avgreitt, so manglar enn FM kappingin fyri einstaklingar, sum verður hildin vikuskiftið 4. - 5. mai á Tvøroyri.

Allar deildir avgreiddar
Í 2. deild var tað eisini eitt vinnandi lið úr Fuglafirði, og mín sann, um ikki tað var primus motor, the grand billard legend himself, Sofus Baldvinsson og makkari hansara Rúni Jacobsen sum struku avstað við fyrsta plássinum. Í hølunum á teimum, eins og teir vóru alt árið á tamb, komu Urbanus K. Olsen og Petur Joleiv Svøðstein úr Klaksvíkar Billardfelag. Á triðja plássi endaðu tvøramenn, mannaðir við Eyðun Gullok Svalbard, Bjarna Thomsen og Tórður Holm.

Í 3. deild vóru fuglfirðingar eisini í oddinum, men ikki ovastir, tí tað plássið vunnu Hans Jákup Nystrøm og Allan Larsen úr Klaksvíkar Billardfelag, meðan Jákup Jákup Gaard og Jákup Oluf Fløhamar blivu næstir. Hetta bleiv alt avgreitt í finaluumfari á Tvøroyri í mars mánaða. Tvøramenn vunnu bronsuna, sum Danjal Olsen og Niels Petersen tryggjaðu teimum.
 

Klaksvíkingar vilja spæla við í oddinum

Niels Petersen | 16/3/2018 | Viðmerkingar: 2
Mestur, sum á myndini, hevur Kristian Suni Høgnesen møguliga staðið og hugsa um leiklutin hjá sær og makkaranum, Sonnhardi Johannesen í oddastríðnum í føroyskum billard. Í øllum førum man hann vera komin til niðurstøðuna, at hann vil vera partur av oddastríðnum. Tí við einum flottum 6-2 sigri á fuglfirðingum í gjár hálaðu klaksvíkingar seg upp á 36 stig. Nú hava teir bert 6 stig upp til silvurmerkini og 8 upp til gullmerkini.

Páll Heri Nolsøe og Max Rasmussen úr Tvøroyrar Billardfelag halda sostatt enn fast í oddasessinum, og hava teir higartil vunnið seg upp á 44 sig, sum er tvey fleiri enn fuglfirðingarnar, Jákup L. Baldvinsson og Jens Kjartan Feilberg. Á triðja plássi koma síðani klaksvíkingar, og á fjórða plássi eru havnarmenn á liðnum, HABI 1. Á teimum síðstu plássunum eru næstbestu liðini hjá fuglfirðingum og havnarmonnum.

Bert tvey umfør eru eftir at spæla í landskappingini í 1. deild og spenningurin er avgjørt í hásæti.

Finaluumfar avger vinnarin av 3. Deild

Niels Petersen | 22/2/2018 | Viðmerkingar: 4
3. Deild er, sum áður greitt frá, skipað øðrvísi í ár. Eftir innleiðandi bólkaspæl, varð endaspæl spælt, fyri at finna tey fýra liðini sum í finaluumfari skulu spæla um meistaraheitið í 3. Deild hetta kappingarárið.
Endaspælið varð deilt í tveir bólkar. Ein bólkur spældi í Fuglafirði og ein í Klaksvík. Her spældu tvey lið á Tvøroyri seg víðari, umframt eitt úr Fuglafirði og eitt úr Klaksvík. Finaluumfarið verður spælt á Tvøroyri 24. mars, og verður tá byrjað við hálvfinalunum báðum. Síðani verður bronsudysturin avgreiddur, og at enda finalan.

Í vikuni varð eisini kunngjørt, at FM fyri einstaklingar verður spælt á Tvøroyri vikuskiftið 27.-28. apríl. Og um tað er neyðugt, so verður arbeitt við at avgreiða innleiðandi kapping í Havn vikuskiftið júst undan FM vikuskiftinum.

Oddaliðið misti flogið á heimavølli

Niels Petersen | 29/1/2018 | Viðmerkingar: 7
Nú helmingurin av kappingini í 1. deild er avgreidd kann staðfestast, at tað er sera javnt í oddastríðnum. Fuglfirðingar eiga enn oddaliðið, men heldur óvæntað hevur BFF1 millum annað mist 2 stig til sítt egna BFF2. Harafturat spældu tvøramenn seg til ein góðan 4-4 javnleik í Fuglafirði móti BFF1. Tvøramenn vunnu eisini 6-2 á næstbesta liðnum úr Fuglafirði, so talan bleiv um góða úrtøku til suðuroyingarnar. Enn hevur BFF1 tó 6 stig niður til tvøramenn, men minnast má til, at tvøramenn hava ein dyst til góðar.

Havnarmenn eru annars byrjaðir at røra uppá seg í oddastríðnum, og í kvøld hálaði HABI1 seg upp um KLBF1, og yvirtekur sostatt 3. plássið. Klaksvíkingar hava tó, eins og tvøramenn, ein dyst til góðar, og júst hesi bæði liðini møtast komandi vikuskifti á Tvøroyri.

Spenningurin er øgiliga stórur, tí bæði tvøramenn og klaksvíkingar kunnu gera eitt hál, og harvið innheinta oddaliðið.

Til stuttleikar kann nevnast, at ein leikari hevur megnað nakað sum ikki so nógvir gera longur. Árant Berjastein, á BFF2 vann nevnuliga á bæði Jákup L. Baldvinsson og Páll Hera Nolsøe í sama vikuskifti. Árant lá undan vikuskiftinum aftastur á styrkislistanum, men gjørdi um vikuskiftið eitt ordans hál, og tað er stuttligt at síggja, at um teir bestu ikki ansa sær, so fáa teir oyruni í maskinuna. Flott Árant.

Dagført Excelskjal við útskriftum

Høgni Højgaard | 27/1/2018 | Viðmerkingar: 8
Excel-skjalið til innskriving av serium er dagført í dag. Dómaralistin er dagførdur, og nú er eisini møguligt at prenta bæði úrslitasíðuna og dómaraseðilin beinleiðis til prentara. Um tit hava eina teldu og prentara við til dystirnar, sleppa tit undan at skriva við hond hereftir. Hetta vónandi til gleði fyri allar smiley

Ymiskar dagføringar eru gjørdar

Niels Petersen | 18/1/2018 | Viðmerkingar: 17
Ymiskar dagføringar eru gjørdar á heimasíðuni til inniverandi kappingarár, og í høvuðsheitum hevur tað við tað at gera, at vit nú mugu skráseta dómararnar sum trúgvir veita feløgunum eina ómetaliga stóra hjálp. Fyri at tað sær penari út, so er pláss gjørt til ásettu dómararnar á manuella innskrivingarseðlinum, sum kann prentast út á heimasíðuni.

Hava tit ikki nakrar linjur undir tí klassiska manuella innskrivingarseðlinum, so merkir tað heilt einfalt, at tit hava prenta tann gamla innskrivingarlistan. Í so fall, má man, meðan man hevur innskrivingarseðilin opnaðan á síðuni, trýsta á F5 knøttin, so at dokumentið endurnýggjar seg. Og so skuldi alt koyrt sum smurt.

Rokniarkið til seriuinnskriving er eisini dagført, og hevur ein eyka teig til dómarar, sum skal fyllast út.

Vit ynskja tykkum eitt gott kappingarár.

Heimasíðutoymið

Gleðilig jól

Niels Petersen | 25/12/2017 | Viðmerkingar: 7
Billardsamband Føroya vil hervið ynskja tykkum øllum sum varða av billardítróttini eini gleðilig jól og eitt eydnuberandi nýggjár. Eisini tit, sum eru á sjónum um høgtíðina, ella eru staddir uttanlands, verður borin ein heilsa. Vit síggjast kring billardborðini í 2018.
2018 verður eitt gott ár.

Við billardkvøðu

Stórur spenningur í oddinum

Niels Petersen | 5/12/2017 | Viðmerkingar: 3
Sonnhard Johannesen og Kristian Suni Høgnesen úr Klaksvíkar Billardfelag hava higartil vunnið sær 18 stig fyri 4 dystir, og liggja á odda í bestu billarddeildini. Men beint í hølunum á teimum eru fuglfirðingar og tvøramenn, sum bæði hava spælt ein dyst færri enn oddaliðið. Sostatt er spenningurin rættuliga stórur, nú vit nærkast at helmingurin av kappingini er spældur.

Fuglfirðingar, Jákup Baldvinsson og Jens Kjartan Feilberg, sum vunnu liðkappingina farna kappingarár hava eins og klaksvíkingar vunnið sær 18 stig, men klaksvíkingar hava munin, tí teir hava vunnið sær fleiri eygu. Fuglfirðingar hava tó ein dyst til góðar, og kunnu tískil hála seg framum. Vinna tvøramenninar, Páll Heri Nolsøe og Max Rasmussen dystin sum teir hava til góðar, so kunnu eisini teir yvirhála klaksvíkingar. Men munurin verður í besta føri minimalur, og er spenningurin sostatt í hæddini nú fjórða av tíggju umførum er við at vera avgreitt.

Í 2. deild eru tað somu feløg sum kappast heilt frammi í oddinum. Klaksvíkingar og fuglfirðingar eru tó farnir nakað undan tvøramonnum, sum eru fremstir av hinum aftanfyri. Urbanus Knud Olsen og Petur Joleiv Svøðstein eru teir sum manna oddaliðið úr Klaksvík. Fremstu biðlarnar eru úr Fuglafirði, og er tað aldursforsetin, Sofus Baldvinsson sum gongur undan. Makkari hansara er ungi og envaríki Rúni Jacobsen. Á triðja plássi eru tvøramenninar, Eyðun Gullok Svalbard, Bjarni Thomsen og Tórður Holm (substituttur).

Í 3. deild er torført at taka dagar millum hvørjir spæla seg í A bólkin og B bólkin, eftir innleiðandi bólkaspælið. Í bólkinum Norður spæla trý lið, og har er onki avgjørt, tí øll púra jøvn í stigum. Í bólkinum Suður sær tað hinvegin út til at vera avgjørt hvørjir koma at spæla í A bólkinum eftir innleiðandi bólkaspælið og hvørjir skulu spæla í B bólkinum. Eitt umfar írestar av innleiðandi bólkaspælinum, og greitt er, at Hugin Albinus, Rókur Dimon, Danjal Olsen og Niels Petersen spæla í A bólkinum í aðru kappingarhálvu. Gundur Johansen, Hans Olaf Hentze, Carl Bech og Rói Einarsson spæla í seinnu kappingarhálvu í B bólkinum.

So trilla billardkúlurnar kring landið

Niels Petersen | 31/10/2017 | Viðmerkingar: 5
Fyrstu dystirnar í øllum trimum deildunum eru nú leiktir, og meðan summir leikarar enn leita eftir essunum í lummanum, so eru aðrir komnir flúgvandi frá byrjan. Soleiðis er tað nú einaferð.

Í 1. deild sær Jákup L. Baldvinsson út til at hava fingið eina flúgvandi byrjan, og hevur megnað at hildið formin frá Haldor Holm Cup við líka. Við ørandi tølum hevur hann fyribils lagt seg á odda millum einstaklingarnar, og formurin hjá makkara hansara, Jens Kjartani Feilberg er eisini sera góður. Hesir verða at meta sum favorittar til at endurvinna meistaraheitið, men kappingin er hørð í oddinum, og fleiri kunnu taka stig frá teimum. So at avgera nakað meistaraheiti longu nú er ørskapur.

Spenningurin verður um, hvør kann arga favorittarnar úr Fuglafirði, og hvussu teir fara at takla tað.

Í 2. deild er, aftur í ár, stórur spenningur um, hvørji lið fara at royna seg best. Nógvir leikarar eru tættir, og fleiri vísa, at teir eru væl og virðiliga klárir til stigið upp í 1. deild. Spennandi verður at fylgja gongdini í vetur.

3. deildarleikararnar eru eisini byrjaðir, og spennandi verður eisini at fylgja teimum, nú kappingin á fyrsta sinni er skipað sum bólkaspæl og síðani endaspæl.

Við billardkvøðu
BiSF

Nýggjur kappingarleistur í 3. Deild

Niels Petersen | 19/10/2017 | Viðmerkingar: 7
Kappingin í 3. Deild verður skipað eitt sindur øðrvísi í ár. Tað eru átta lið meldaði til, harav heili fýra eru av Tvøroyri. Praktiskt fóru vit at fáa trupulleikar við at avgreiða teir mongu dystirnar, so tað bleiv valt at umskipa kappingina til innleiðandi bólkaspøl, Norður og Suður, og síðani í endaspøl, A og B.

Tvey tey bestu liðini í innleiðandi bólkunum sleppa at spæla í bólki A í endaspælinum og hini sleppa at spæla í endabólki B.

Kappingarárið byrjar leygardagin 28. oktober.