So trilla billardkúlurnar kring landið

Niels Petersen | 31/10/2017
Fyrstu dystirnar í øllum trimum deildunum eru nú leiktir, og meðan summir leikarar enn leita eftir essunum í lummanum, so eru aðrir komnir flúgvandi frá byrjan. Soleiðis er tað nú einaferð.

Í 1. deild sær Jákup L. Baldvinsson út til at hava fingið eina flúgvandi byrjan, og hevur megnað at hildið formin frá Haldor Holm Cup við líka. Við ørandi tølum hevur hann fyribils lagt seg á odda millum einstaklingarnar, og formurin hjá makkara hansara, Jens Kjartani Feilberg er eisini sera góður. Hesir verða at meta sum favorittar til at endurvinna meistaraheitið, men kappingin er hørð í oddinum, og fleiri kunnu taka stig frá teimum. So at avgera nakað meistaraheiti longu nú er ørskapur.

Spenningurin verður um, hvør kann arga favorittarnar úr Fuglafirði, og hvussu teir fara at takla tað.

Í 2. deild er, aftur í ár, stórur spenningur um, hvørji lið fara at royna seg best. Nógvir leikarar eru tættir, og fleiri vísa, at teir eru væl og virðiliga klárir til stigið upp í 1. deild. Spennandi verður at fylgja gongdini í vetur.

3. deildarleikararnar eru eisini byrjaðir, og spennandi verður eisini at fylgja teimum, nú kappingin á fyrsta sinni er skipað sum bólkaspæl og síðani endaspæl.

Við billardkvøðu
BiSF