Oddaliðið misti flogið á heimavølli

Niels Petersen | 29/1/2018
Nú helmingurin av kappingini í 1. deild er avgreidd kann staðfestast, at tað er sera javnt í oddastríðnum. Fuglfirðingar eiga enn oddaliðið, men heldur óvæntað hevur BFF1 millum annað mist 2 stig til sítt egna BFF2. Harafturat spældu tvøramenn seg til ein góðan 4-4 javnleik í Fuglafirði móti BFF1. Tvøramenn vunnu eisini 6-2 á næstbesta liðnum úr Fuglafirði, so talan bleiv um góða úrtøku til suðuroyingarnar. Enn hevur BFF1 tó 6 stig niður til tvøramenn, men minnast má til, at tvøramenn hava ein dyst til góðar.

Havnarmenn eru annars byrjaðir at røra uppá seg í oddastríðnum, og í kvøld hálaði HABI1 seg upp um KLBF1, og yvirtekur sostatt 3. plássið. Klaksvíkingar hava tó, eins og tvøramenn, ein dyst til góðar, og júst hesi bæði liðini møtast komandi vikuskifti á Tvøroyri.

Spenningurin er øgiliga stórur, tí bæði tvøramenn og klaksvíkingar kunnu gera eitt hál, og harvið innheinta oddaliðið.

Til stuttleikar kann nevnast, at ein leikari hevur megnað nakað sum ikki so nógvir gera longur. Árant Berjastein, á BFF2 vann nevnuliga á bæði Jákup L. Baldvinsson og Páll Hera Nolsøe í sama vikuskifti. Árant lá undan vikuskiftinum aftastur á styrkislistanum, men gjørdi um vikuskiftið eitt ordans hál, og tað er stuttligt at síggja, at um teir bestu ikki ansa sær, so fáa teir oyruni í maskinuna. Flott Árant.