Liðkappingin 2020-21 skotin í gongd

22/10/2020 | Viðmerkingar: 4

Liðkappingin í 1. Deild fyri 2020/21 byrjaði um vikuskiftið. Fyrsta dysturin sum bleiv avgreiddur, varð spældur á Tvøroyri, og var hetta millum Tvøroyrar Billardfelag 1 og Billardfelag Fuglafjarða 1. Aðrastaðni spældu Klaksvíkar Billardfelag 1 og Klaksvíkar Billardfelag 2 innanhýsis dyst í Klaksvík. Seinasti dystur í fyrsta umfarið verður í Havn, og er hann millum Havnar Billardfelag 1 og Havnar Billardfelag 2.

Úrslitini frá fyrstu dystunum vórðu:
TVBF1 - BFF1: 6-2
KLBF1 - KLBF2: 8-0
HABI1 - HABI2 verður spælt Hóskvøld 22/10

Komandi vikuskiftið fara 2. deild og 3 deild eisini í gongd. Umframt nakrir dystir sum eru framskundaðir í 1. deild.
Skráðin fyri liðkappingarnar er at síggja undir Kappingar-Millumfelags 2020-21.

Heimasíðan flutt

Høgni Højgaard | 19/2/2020 | Viðmerkingar: 9
Heimasíðan hevur verið óvirkin í uml. 1 dag vegna at síðan hevur skift hosting-veitara frá Cliche.dk til One.com. Hon er aftur virkin nú mikudag 19. februar kl. 10.30 smiley.

Meistaraheitið verður avgjørt í Klaksvík

Niels Petersen | 28/3/2019 | Viðmerkingar: 12
Nú er somikið áliðið í landskappingini í billard, at bert ein dystur írestar. Hetta er ikki hvør sum helst dystur, tí úrslitið av dystinum avgerð meistaraheitið. Fuglfirðingar eru í løtuni á odda við 56 stigum, beint í hølunum á teimum eru tvørámenn við 54 stigum, og stutt aftanfyri, á triðja plássi, eru klaksvíkingar við 49 stigum.

Fuglfirðingar vitja í Klaksvík leygardagin, og er hetta síðsti landskappingardystur í millumfelagskappingini hetta kappingarárið. Vinna klaksvíkingar 8-0, so gerast teir meistarar. Fáa fuglfirðingar hinvegin bert eitt stig heim við sær, so er tað tó nóg mikið til at tryggja sær meistaraheitið. Í so fall verður tað triðja árið á rað.

Spenningurin er sostatt øðiligur undan stórdystinum um vikuskiftið, og betur enda á kappingarárið kundi man næstan ikki fingið. Spenningur er intaktur til allarsíðsta dyst. Tvøramenn fylgja eisini spentir við gongdini í Klaksvík, tí um tað endar javnt í Klaksvík, ella um Fuglfirðingar vinna, so varðveita tvøramenn annað plássið.

Baldvinsson og Feilberg strúka avstað

Niels Petersen | 17/12/2018
Ósigraðir og langt á odda, tykjast fuglfirðingarnir báðir, Jákup Baldvinsson og Jens Kjartan Feilberg at hava beina kós móti FM heitinum í billard, triðja árið á rað. Fyri fyrstu fýra dystirnir í vetur hava teir fingið fulla úrtøku, samfull 32 stig. Næst teimum koma klaksvíkingar2 á 10 stigum. Klaksvíkingar hava bæði liðini á 10 stigum, á øðrum og triðja plássi, men Klaksvík1 hevur bert spælt 2 dystir. Tvøramenn, sum góvu fuglfirðingum skarpastu kappingina farna kappingarár hava somuleiðis bert spælt tveir dystir higartil, og burturúr eru bert komin 4 stig. Vinna teir tó dystirnir sum íresta, og klaksvík1 fær góða úrtøku úr sínum, so fer tað at síggja tættari út á stigatalvuni aftur. Tað skerst tó ikki burtur, at fuglfirðingar eru flúgvandi í oddinum, og kanska enn meira suverenir enn farna kappingarár. Men nú fáa vit at síggja, hvussu leikur fer at ganga í seinnu hálvu av kappingini. 10 umfør skulu spælast, so enn eru ikki allar súður syftar.

Fuglfirðingar beinanvegin á odda

Niels Petersen | 29/10/2018 | Viðmerkingar: 4
Øll liðini í bestu billarddeildini hava nú spælt eitt umfar, og beinanvegin legði besta lið fuglfirðinga seg á odda. Jákup L. Baldvinsson og Jens Kjartan Feilberg vunnu á næstbesta fuglfjarðaliðnum, sum er mannað av Áranti Berjastein og Dánjali Paula Joensen. Úrslitið bleiv 8-0. Aðrastaðni vann besta klaksvíksliðið 6-2 á næstbesta klaksvíksliðnum. Síðsti dysturin í fyrsta umfarinum var í Havn, har havnarmenn og tvøramenn samdust um ein 4-4 javnleik.


Um hugt verður eftir miðaltalinum eina, so er Hallur Joensen stinnastur í løtuni, og er á odda við 31,25. Tættast honum er Jákup Baldvinsson, sum hevur 28,57.

Næsta umfar í 1. Deild verður spælt 03. november, og tá er dystarskráin henda:

BFF2 - KLBF1
KLBF2 - HABI1
TVBF1 - BFF1

Haldor Holm hattrik til Jákup

Niels Petersen | 14/10/2018 | Viðmerkingar: 8

Um vikuskiftið varð 29. útgávan av serligu billardkappingini Haldor Holm Cup avgreidd í Klaksvík. Fyrsta kappingin var afturi í 1989, og spælt er á hvørjum ári, undantikið ár 2000. Kappingin er blivin vunnin av mongum dugnaligum leikarum, og ársins útgáva bleiv vunnin av Jákupi Lundsbjerg Baldvinssyni úr Billardfelag Fuglafjarða. Hetta var triðja árið á rað, at evnaríki fuglfirðingurin streyk avstað við fremsta plássi. Næstur suverena Jákupi kom Páll Heri Nolsøe, eitt ungt stjørnuskot úr Tvøroyrar Billardfelag, og nummar trý bleiv mest vinnandi Haldor Holm Cup leikarin, Kristian Suni Høgnesen úr Klaksvíkar Billardfelag.


Kristian Suni Høgnesen og Henrik Pedersen eru teir, ið hava vunnið kappingina oftast. Teir hava sjey sigrar hvør. Í hølinum á teimum er Hallur Joensen, sum hevur vunnið kappingina fimm ferðir. Og við einum reinum hattrikki av Haldor Holm sigrum otar Jákup seg nú enn tættari absolutta oddinum.

 

Úrslit frá Haldor Holm Cup 2018

1. Jákup L. Baldvinsson - 2386 (34,55 í miðal)
2. Páll Heri Nolsøe - 2254 (28,18)
3. Kristian Suni Høgnesen - 2220 (27,75)
4. Jens Kjartan Feilberg - 1912 (23,9)
5. Jógvan Jørgensen - 1572 (23,5)

Haldor Holm Cup verður leygardagin

Niels Petersen | 9/10/2018 | Viðmerkingar: 2
Leygardagin 13. oktober fer árliga Haldor Holm Cup kappingin av bakkastokki. Serliga steypakappingin er fyri fimm teir bestu leikararnar í liðkappingini fjør, og hesaferð stendurkappingin millum Jákup L. Baldvinsson og Jens Kjartan Feilberg úr BFF, Páll Hera Nolsøe úr TVBF, Kristian Suna Høgnesen úr KLBF og Jógvan Jørgensen úr HABI. Byrjað verður kl. 10 leygarmorgunin, og spælistaðið er, sum tað plagar, í Klaksvík.

Vinnarin síðstu tvey árini er Jákup L. Baldvinsson, og tá hann aftur telist millum teir bestu hesaferð, má hann metast sum favoritturin til at gera hattrick. Jákup hevur vunnið kappingina fýra ferðir samanlagt, men teir sum hava vunnið kappingina flestar ferðir eru Kristian Suni Høgnesen og Henrik Pedersen (7 ferðir) og Hallur Joensen (5 ferðir).

Leygardagin verða fyrstu dystirnar í liðkappingin í 2. og 3. Deild eisini spældir, so tað hendir nógv longu hetta fyrsta billardvikuskiftið.

1. Deild byrjar 20. oktober, og tá koyra allar kappingarnar í fullari ferð.

Vónandi fáa vit eitt hendingaríkt, gott og, ikki minst, spennandi kappingarár.

 

Væleydnað Lions Cup kapping

Niels Petersen | 11/9/2018 | Viðmerkingar: 1
10 billardleikarar hittust á Tvøroyri um vikuskiftið, har kappast varð í Lions Cup steypakappingini. Hetta er fyrsta kappingin av hesum slag, og er tað einstaklingakapping fyri leikarar sum hava eitt miðaltal undir 10. Sum navnið lýsir tað so væl, so er tað Lions Club Suðuroy sum stuðlar kappingini. Somikið væl eydnaðist kappingin, at allir vóru á einum máli um, at hetta verður eitt afturvendandi tiltak, og allir vilja tekna seg til komandi ár. Tað er tó nakað tíðliga við tí enn, men gleðiligt er tað í øllum førum, at so væl er tikið ímóti hesum nýggja átaki, billardítróttini at frama.

Havnarmenn luttóku við trimum leikarum, og tað má sigast at ganga teimum heilt væl. Teir vunnu seg nevnuliga allir tríggir í hálvfinalurnar, har Hugin Albinus av Tvøroyri eisini hevði vunnið seg til. Byrjað var annars í tveimum bólkum á fimm leikarar, og síðani komu tveir víðari úr hvørjum bólki.

Bólk 1 vann Hans Jákup Kollsker úr HABi og Gunnleif Danielsen úr HABi bleiv næstur.
Bólk 2 vann Hugin Albinus úr TVBF og Óskar Eiriksson úr HABi bleiv næstur.

Í hálvfinalunum møttust síðani Hugin og Gunnleif, meðan Hans Jákup og Óskar hittust í hinari Her vunnu Óskar og Hugin, og teir skuldu so spæla finaluna. Bronsudystin spældu Hans Jákup og Gunnleif, og triðja pláss vann Gunnleif sær, við at sigra á liðfelaga sínum.

Lagt varð upp til eina sera spennandi finalu, tí bæði Hugin og Óskar høvdu víst gott spæl í kappingini. Men bert eini leikarin rakti góða spælið í finaluni, og tað var karismatiski havnarmaðurin, Óskar Eiriksson. Hann vann stórsigur á Hugini, sum ikki hevði ein góðan dyst, og var ómetaliga óheppin í nógvum støðum.
Onki skal tó takast frá Óskari, sum við dirvi og nærlagni stáplaði stig fyri stig á talvuna. Endaliga úrslitið bleiv 220 - 82 til Óskar, og hann kann sostatt kalla seg fyrsta vinnara av Lions Cup steypakappingini. Afturfyri innsatsin fekk hann steyp til ognar, umframt eitt ferðasteyp, sum hann sleppur at hava í varðveiðslu til kappingina komandi ár.

At enda vilja vit ynskja Óskari Erikssyni hjartaliga tillukku við meistaraheitinum.

Max vann FM á heimavølli

Niels Petersen | 5/6/2018 | Viðmerkingar: 4

Kappingarárið í billard er av á hesum sinni. Og tað endaði við einum sonnum braki, tá billardveteranurin av Tvøroyri, Max Rasmussen, ruddaði borðið og gjørdist føroyameistari - samfull 17 ár eftir, at hann vann sítt fyrsta føroyameistaraheiti. Hesaferð gjørdi hann eisini heimbýnum Tvøroyri ta æru at bera gullið heim. Og tað var eisini við maner, at hesin knái og róligi suðuroyingurin í finaluni bar gullið heim við at vinna á ikki færri enn fýra fyrrverandi Føroyameistarum – eftir at hann í undankappingini eisini hevði vunnið á enn tveimum fyrrverandi FM-meistarum. Max kom, sá og sigraði.

Tað kom tí heldur ikki óvart á nakran, tá fryntligi og spakmætli billardspælarin av Tvøroyri, gjørdist ovurfegin av úrslitinum. Neyvan hevði hann sjálvur frá byrjan av kappingini roknað við, at hann fór at endurvinna meistaraheitið frá 2001, nú har vóru ikki færri enn fýra fyrrverandi FM meistarar við í finaluhópinum. Við hundrað prosents konsentratión og eini ró fáum er givið fekk Max nærum alt at bera til, og við tí rætta tempoinum og teimum røttu vinklunum rukku kúlurnar á mál. Men hetta var ikki bara sum at siga tað. Mótstøðan var øgilig.

Eingir minni enn fyrst táverandi FM meistarin úr Fuglafirði, Jákup Baldvinsson, sum hevur vunnið kappingina seinastu trý árini, síðani Kristian Sune Høgnesen, ið hevur vunnið uppaftur fleiri FM-heiti og haraftrat tvær komandi billardstjørnur, Hallur Joensen og Páll Heri Nolsøe, ið eisini hava vunnið kappingina áður.

Haraftrat megnaði Max eisini at vinna á tveimum øðrum fyrrverandi FM-meistarum í innleiðandi kappingini, billardveteranunum Jan Müller og Sofus Baldvinsson. Sostætt ber til at siga, at nýggi Føroyameistarin legði ikki færri enn 6 FM-meistarar afturum seg í undan- og finalukapping. Einki minni enn eitt bragd má sigast.

Eftir at hava spælt seg til finaluumfarið saman við Halli Joensen, skuldi Max undir torførar dystir móti fleiri av okkara frægastu billardspælarum. Har megnaði hann tó at vinna seg heilt fram til finaluna sjálva, har hann fekk ta nærum ómøguligu uppgávuna at møta trýfalt FM-meistaranum úr Fuglafirði, Jákup Baldvinson. Tá avtornaði lág Max omaná, eitt nú væl stuðlaður av eini megaseriu uppá 216 eygu í 13. umfari. Eftir tað var lítil ivi um, at Max fór við sigrinum. Og so varð.

Í dystinum um bronsuna vann Hallur Joensen úr Klaksvík á enn einum fuglfirðingi, Jens Kjartan Feilberg, sum tó hevur staðið seg sera væl í øllum kappingarárinum, eitt nú við at vinna liðkappingina. Eingin ivi er um, at hann fara vit at síggja meira til komandi kappingarár. Um Hall er at siga, at hann nú aftur verður at síggja í føroyskum billardhøpi, eftir at hava verið burturstæddur í tvey ár. Eisini hann er eitt gott boð um ein komandi FM-vinnara. Samanumtikið kann sigast, at føroyskt billardspæl hevur ment seg ómetaliga nógv seinastu árini við fleiri sera sterkum spælarum.

Hinir fýra spælararnir, sum vóru við í finaluumfarinum hesaferð, vóru Kristian Sune Høgnesen, Jógvan Jørgensen og Niels Nielsen.

Av Tvøroyri frætta vit, at FM í billard fyri einstaklingar virkaði fyrimyndarligt. Var væl fyriskipað, væl dømt, og sum heild væl avgreitt. Eftir kappingina vórðu steyp latin vinnarunum í bæði staklinga- og liðkapping. Vinnarin av liðkappingini gjørdist Fuglafjarðar Klubbi. Føroya Bjór var høvuðssponsorur til enn eina FM kapping í billard.

Næsta billardár byrjar aftur í oktober/november.

(Skrivað hevur Jan Müller)

Freistin fyri tilmelding er í morgin

Niels Petersen | 18/4/2018 | Viðmerkingar: 2
Í morgin, 19. apríl er freistin at melda seg til undankappingina í billard fyri einstaklingar. Henda undankapping og síðani innleiðandi umfar verður spælt í Havn, vikuskiftið 27.-28. apríl. Og endamálið er at finna tveir leikarar sum fáa rættin at taka lut í endaliga finaluumfarinum á Tvøroyri, 4. - 5. mai.

Enn er sostatt møguleiki at melda seg til undankappingina, og tað ger man við at kontakta Urbanus K. Olsen ella Niels Petersen á 256018, 221078 ella við at viðmerkja á Facebook bólkinum, Billard FO.

Vónandi brúka fleiri henda møguleika, og at vit fáa eina góða og siðiliga kapping.

Við billardkvøðu

BiSF