Broyting í 2. Deild

Niels Petersen | 12/10/2017 | Viðmerkingar: 4
Ein broyting er framd í kappingarskránna hjá 2. Deild. Í síðstu løtu hava klaksvíkingar valt at taka eitt av liðum sínum úr deildini. Í staðin er eitt lið hjá Havnar Billardfelag lagt afturat. Broytingarnar eru rættaðar á leikskránni eisini, so nú er bara eftir at koma í sving.

2. deild byrjar um vikuskiftið

Niels Petersen | 11/10/2017 | Viðmerkingar: 3
Um vikuskiftið byrjar millumfelagskappingin í 2. deild. Tað eru seks lið í deildini í ár, og eru tey úr Havnini, Fuglafirði, Klaksvík og av Tvøroyri. Klaksvíkar Billardfelag og Billardfelag Fuglafjarða eru bæði umboðaði av tveimum liðum, meðan Tvøroyri og Havnin hava hvør sítt lið.

Hvussu leikskráin sær út, ber til at síggja undir teiginum KAPPINGAR ovarliga á síðuni. 1. deild byrjar leygardagin 21. oktober, og leikskráin hjá teimum sæst HER 3. deild byrjar vikuna eftir, 28. oktober, men har eru so nógv lið, at skráin ikki er heilt klár enn.

Jákup vísti ræðandi styrki

Niels Petersen | 11/10/2017 | Viðmerkingar: 2
Tað var øllum greitt, at Jákup L. Baldvinsson var rímuliga stórur favorittur til at endurvinna Haldor Holm steypin farna vikuskifti. At hann vann mundi tískil ikki koma óvart á nakran. Mátin fuglfirðingurin vann uppá vísir eisini, at hann er í stórformi, og við óhugnaligum snitti á 41,05 vísti hann hvussu fantastiskt hann kann spæla.

Næstur Jákupi bleiv sjálvur makkarin hjá Jákupi úr Billardfelag Fuglafjaða, Jens Kjartan Feilberg, og á triðja plássi endaði Jógvan Jørgensen úr Havnar Billardfelag. Tað bleiv sera tætt millum allar spælararnar eftir Jákup, men ongin hevði ein livandi møguleika til at heinta Jákup. Fjórðbestur bleiv mest vinnandi Haldor Holm leikarin, Kristian Suni Høgnesen og á fimta plássi endaði Per Hansen úr Havnar Billardfelag.

Endaliga støðan bleiv henda:
1. Jákup L. Baldvinsson - 41,05
2. Jens Kjartan Feilberg - 24,5
3. Jógvan Jørgensen - 22,8
4. Kristian Suni Høgnesen - 22, 76
5. Per Hansen - 22,75

Leikskráin fyri Haldor Holm Cup

Niels Petersen | 3/10/2017 | Viðmerkingar: 5
Um vikuskiftið fer Haldor Holm Cup av bakkastokki í Klaksvík. Spælt er á hvørjum ári síðan í 1989, og er ársins útgáva sostatt tann 29. í røðini. Fyrstu kappingina vann Jan Müller úr Havnar Klubba, og kappingina í fjør vann nýggja billard stjørnuskotið úr Fuglafirði, Jákup L. Baldvinsson. Jákup er eisini stórfavorittur til at endurvinna tiltikna steypin í ár, og tað skal okkurt heilt serligt til, skal hann koppast.

Kappingin í ár er tíverri merkt av avboðum, men vónandi taka hinir, sum er komnir við í staðin, av møguleikanum. Teir báðir tvøramenninir, Páll Heri Nolsøe og Max Rasmussen úr Tvøroyrar Billardfelag hava givið avboð til kappingina, og næstir teimum á styrkilistanum frá farna kappingarári vóru Jógvan Jørgensen og Per Hansen, báðir úr Havnar Billardfelag.

Kappingin byrjar klokkan 18 fríggjakvøldið, 06. oktober og spælt verður á tveimum borðum. Kastað er lut um, hvør spælir á hvørjum borði, og um hvør møtist í hvørjum umfari, so tað fær illa verið meira rættvíst. Næsta umfar byrjar klokkan 20 fríggjakvøldið, og kappingin heldur síðani fram leygarmorgunin klokkan 10.

Dystarskráin á gamla borðinum

06. oktober:

Kl. 18 Jákup L. Baldvinsson - Jógvan Jørgensen

Kl. 20 Kristian Suni Høgnesen - Jens Kjartan Feilberg


07. oktober:

Kl. 10 Jógvan Jørgensen - Per Hansen

Kl. 12 Per Hansen - Kristian Suni Høgnesen

Kl. 14 Jákup L. Baldvinsson - Jens Kjartan Feilberg


Dystarskráin á nýggja borðinum

06. oktober:

Kl. 18 Jens Kjartan Feilberg - Per Hansen

Kl. 20 Jákup L. Baldvinsson - Per Hansen


07. oktober:

Kl. 10 Jákup L. Baldvinsson - Kristian Suni Høgnesen

Kl. 12 Jens Kjartan Feilberg - Jógvan Jørgensen

Kl. 14 Jógvan Jørgensen - Kristian Suni Høgnesen

Haldor Holm Cup nærkast

Niels Petersen | 15/9/2017 | Viðmerkingar: 3
Haldor Holm Cup er kappingin, sum á hvørjum ári verður hildin í Klaksvík, áðrenn landskappingin byrjar. Sum vant verða tað fimm teir bestu frá 1. deild í fjør, sum fara at kappast um søguliga steypin.

Kappingin verður í ár hildin vikuskiftið 06. til 07. oktober, og leikararnir sum luttaka í ár eru: Jákup L. Baldvinsson (BFF), Páll Heri Nolsøe (TVBF), Jens Kjartan Feilberg (BFF), Kristian Suni Høgnesen (KLBF) og Max Rasmussen (TVBF).

Heimasíðutoymið verður styrkt

Niels Petersen | 15/9/2017 | Viðmerkingar: 3
Niels Petersen hevur játtað, framyvir at dagføra kappingarúrslitini og sum heild at hava ábyrgd av heimasíðuni.

Høgni Højgaard, sum nærum í ein mansaldur hevur røkt hesa uppgávu, umframt mangar aðrar, sleppur tó ikki teymunum heilt. Teldusnillingur sum hann er, kemur hann, eisini framyvir, at vera partur av heimasíðutoyminum.