Liðkappingin í 1. Deild fyri 2020/21 byrjaði um vikuskiftið. Fyrsta dysturin sum bleiv avgreiddur, varð spældur á Tvøroyri, og var hetta millum Tvøroyrar Billardfelag 1 og Billardfelag Fuglafjarða 1. Aðrastaðni spældu Klaksvíkar Billardfelag 1 og Klaksvíkar Billardfelag 2 innanhýsis dyst í Klaksvík. Seinasti dystur í fyrsta umfarið verður í Havn, og er hann millum Havnar Billardfelag 1 og Havnar Billardfelag 2.
Úrslitini frá fyrstu dystunum vórðu:
TVBF1 - BFF1: 6-2
KLBF1 - KLBF2: 8-0
HABI1 - HABI2 verður spælt Hóskvøld 22/10
Komandi vikuskiftið fara 2. deild og 3 deild eisini í gongd. Umframt nakrir dystir sum eru framskundaðir í 1. deild.
Skráðin fyri liðkappingarnar er at síggja undir Kappingar-Millumfelags 2020-21.
Um vikuskiftið varð 29. útgávan av serligu billardkappingini Haldor Holm Cup avgreidd í Klaksvík. Fyrsta kappingin var afturi í 1989, og spælt er á hvørjum ári, undantikið ár 2000. Kappingin er blivin vunnin av mongum dugnaligum leikarum, og ársins útgáva bleiv vunnin av Jákupi Lundsbjerg Baldvinssyni úr Billardfelag Fuglafjarða. Hetta var triðja árið á rað, at evnaríki fuglfirðingurin streyk avstað við fremsta plássi. Næstur suverena Jákupi kom Páll Heri Nolsøe, eitt ungt stjørnuskot úr Tvøroyrar Billardfelag, og nummar trý bleiv mest vinnandi Haldor Holm Cup leikarin, Kristian Suni Høgnesen úr Klaksvíkar Billardfelag.
Kristian Suni Høgnesen og Henrik Pedersen eru teir, ið hava vunnið kappingina oftast. Teir hava sjey sigrar hvør. Í hølinum á teimum er Hallur Joensen, sum hevur vunnið kappingina fimm ferðir. Og við einum reinum hattrikki av Haldor Holm sigrum otar Jákup seg nú enn tættari absolutta oddinum.
Úrslit frá Haldor Holm Cup 2018
1. Jákup L. Baldvinsson - 2386 (34,55 í miðal)
2. Páll Heri Nolsøe - 2254 (28,18)
3. Kristian Suni Høgnesen - 2220 (27,75)
4. Jens Kjartan Feilberg - 1912 (23,9)
5. Jógvan Jørgensen - 1572 (23,5)
Kappingarárið í billard er av á hesum sinni. Og tað endaði við einum sonnum braki, tá billardveteranurin av Tvøroyri, Max Rasmussen, ruddaði borðið og gjørdist føroyameistari - samfull 17 ár eftir, at hann vann sítt fyrsta føroyameistaraheiti. Hesaferð gjørdi hann eisini heimbýnum Tvøroyri ta æru at bera gullið heim. Og tað var eisini við maner, at hesin knái og róligi suðuroyingurin í finaluni bar gullið heim við at vinna á ikki færri enn fýra fyrrverandi Føroyameistarum – eftir at hann í undankappingini eisini hevði vunnið á enn tveimum fyrrverandi FM-meistarum. Max kom, sá og sigraði.
Tað kom tí heldur ikki óvart á nakran, tá fryntligi og spakmætli billardspælarin av Tvøroyri, gjørdist ovurfegin av úrslitinum. Neyvan hevði hann sjálvur frá byrjan av kappingini roknað við, at hann fór at endurvinna meistaraheitið frá 2001, nú har vóru ikki færri enn fýra fyrrverandi FM meistarar við í finaluhópinum. Við hundrað prosents konsentratión og eini ró fáum er givið fekk Max nærum alt at bera til, og við tí rætta tempoinum og teimum røttu vinklunum rukku kúlurnar á mál. Men hetta var ikki bara sum at siga tað. Mótstøðan var øgilig.
Eingir minni enn fyrst táverandi FM meistarin úr Fuglafirði, Jákup Baldvinsson, sum hevur vunnið kappingina seinastu trý árini, síðani Kristian Sune Høgnesen, ið hevur vunnið uppaftur fleiri FM-heiti og haraftrat tvær komandi billardstjørnur, Hallur Joensen og Páll Heri Nolsøe, ið eisini hava vunnið kappingina áður.
Haraftrat megnaði Max eisini at vinna á tveimum øðrum fyrrverandi FM-meistarum í innleiðandi kappingini, billardveteranunum Jan Müller og Sofus Baldvinsson. Sostætt ber til at siga, at nýggi Føroyameistarin legði ikki færri enn 6 FM-meistarar afturum seg í undan- og finalukapping. Einki minni enn eitt bragd má sigast.
Eftir at hava spælt seg til finaluumfarið saman við Halli Joensen, skuldi Max undir torførar dystir móti fleiri av okkara frægastu billardspælarum. Har megnaði hann tó at vinna seg heilt fram til finaluna sjálva, har hann fekk ta nærum ómøguligu uppgávuna at møta trýfalt FM-meistaranum úr Fuglafirði, Jákup Baldvinson. Tá avtornaði lág Max omaná, eitt nú væl stuðlaður av eini megaseriu uppá 216 eygu í 13. umfari. Eftir tað var lítil ivi um, at Max fór við sigrinum. Og so varð.
Í dystinum um bronsuna vann Hallur Joensen úr Klaksvík á enn einum fuglfirðingi, Jens Kjartan Feilberg, sum tó hevur staðið seg sera væl í øllum kappingarárinum, eitt nú við at vinna liðkappingina. Eingin ivi er um, at hann fara vit at síggja meira til komandi kappingarár. Um Hall er at siga, at hann nú aftur verður at síggja í føroyskum billardhøpi, eftir at hava verið burturstæddur í tvey ár. Eisini hann er eitt gott boð um ein komandi FM-vinnara. Samanumtikið kann sigast, at føroyskt billardspæl hevur ment seg ómetaliga nógv seinastu árini við fleiri sera sterkum spælarum.
Hinir fýra spælararnir, sum vóru við í finaluumfarinum hesaferð, vóru Kristian Sune Høgnesen, Jógvan Jørgensen og Niels Nielsen.
Av Tvøroyri frætta vit, at FM í billard fyri einstaklingar virkaði fyrimyndarligt. Var væl fyriskipað, væl dømt, og sum heild væl avgreitt. Eftir kappingina vórðu steyp latin vinnarunum í bæði staklinga- og liðkapping. Vinnarin av liðkappingini gjørdist Fuglafjarðar Klubbi. Føroya Bjór var høvuðssponsorur til enn eina FM kapping í billard.
Næsta billardár byrjar aftur í oktober/november.
(Skrivað hevur Jan Müller)