Niels Petersen | 17/12/2018
Ósigraðir og langt á odda, tykjast fuglfirðingarnir báðir, Jákup Baldvinsson og Jens Kjartan Feilberg at hava beina kós móti FM heitinum í billard, triðja árið á rað. Fyri fyrstu fýra dystirnir í vetur hava teir fingið fulla úrtøku, samfull 32 stig. Næst teimum koma klaksvíkingar2 á 10 stigum.
Klaksvíkingar hava bæði liðini á 10 stigum, á øðrum og triðja plássi, men Klaksvík1 hevur bert spælt 2 dystir. Tvøramenn, sum góvu fuglfirðingum skarpastu kappingina farna kappingarár hava somuleiðis bert spælt tveir dystir higartil, og burturúr eru bert komin 4 stig. Vinna teir tó dystirnir sum íresta, og klaksvík1 fær góða úrtøku úr sínum, so fer tað at síggja tættari út á stigatalvuni aftur.
Tað skerst tó ikki burtur, at fuglfirðingar eru flúgvandi í oddinum, og kanska enn meira suverenir enn farna kappingarár. Men nú fáa vit at síggja, hvussu leikur fer at ganga í seinnu hálvu av kappingini. 10 umfør skulu spælast, so enn eru ikki allar súður syftar.
Skriva viðmerking