Haldor Holm Cup 2016
14.10.16
16.00 Hallur Joensen – Sonnhard Johannesen
17.45 Kristian S. Høgnesen – Jákup L. Baldvinsson
19.30 Niels Nielsen – Sonnhard Johannesen
21.15 Kristian S. Høgnesen – Hallur Joensen
15.10.16
09.00 Niels Nielsen – Jákup L. Baldvinsson
10.45 Kristian S. Høgnesen – Sonnhard Johannesen
12.30 Niels Nielsen – Hallur Joensen
14.15 Jákup L. Baldvinsson – Sonnhard Johannesen
16.00 Niels Nielsen – Kristian S. Høgnesen
17.45 Hallur Joensen – Jákup L. Baldvinsson
Niels Petersen
15.10.2016 - 22:43Haldor Holm Cup í billard varð avgreidd í gjár og í dag, og tað lagaði seg soleiðis, at teir báðir leikararnar við flest eygum skuldu spæla síðsta dystin. Talan bleiv sostatt um eina finalu. Jákup L. Baldvinsson úr Billardfelag Fuglafjarða og Hallur Joensen úr Klaksvíkar Billardfelag spældu ein rimmar dyst, og spenningur var í allan vegin.
Undan síðsta dystinum førdi Jákup L. Baldvinsson við 314 eygum, men tað er ikki so øðiligt, tá leikararnir eru so kringir sum hesir báðir. Tað vísti seg eisini til at blíva ein sannur gysari. Men endin bleiv, at fuglfirðingurin vann samanlagt.
Hallur Joensen, sum sannuliga dugur annað enn at spæla countrytónleik er ein av frægastu billardleikarunum í landinum, og tað prógvaði hann eisini, við at vinna síðsta dystin við 844 eygum, móti teimum 574 eygunum hjá Jákupi. Sostatt var munurin 270 eygu. Og tá Jákup var 314 eygu frammanfyri frammanundan hevði úrslitið við sær, at Jákup vann Haldor Holm Cup 2016.
Hetta er fyrsta ferðin at Jákup hevur vunnið søguligu kappingina, og tað vísir seg faktiskt, at tað var fyrsta ferðin síðan kappingin byrjaði í 1989, at ein leikari sum ikki umboðar felag í Havnini ella í Klakvsík vinnur kappingina.
Eisini er tað fyrsta ferðin síðan 2006, at ein leikari úr Klaksvík vann.
Tá hesi hagtøl blivu kunngjørd vóru klaksvíkingar kvikir at viðmerkja, at Jákup er hálvur klaksvíkingur, so tað var lættari at góðtaka.
Jákup sjálvur var sera fegin um sigurin, og hann takkaði so mangan fyri heiðurin.
- Hetta hevur verið tann kappingin sum eg manglaði at vinna. Seinastu tvey árini eri eg endaður sum nummar tvey, og tað er ein stórur lætti og ein stór æra, nú eisini at hava vunnið Haldor Holm Cup.
Jóhan Lutzen, næstformaður í mentanarnevndini í Klaksvíkar býráð handaði steypini til nummar eitt, tvey og trý, umframt ferðasteypið, sjálvan Haldor Holm Cup steypin, sum tó altíð verður standandi í heimstaðnum í Klaksvík.
Nummar trý bleiv Kristian Suni Høgnesen, og næstbestur bleiv Hallur Joensen, báðir úr Klaksvíkar Billardfelag. Fjórðbestur bleiv Sonnhard Johannesen, somuleiðis úr Klaksvíkar Billardfelag og nummar fimm bleiv Niels Nielsen úr Havnar Klubba.
Landskappingin byrjar komandi vikuskifti, so hetta var ein góð upphiting til kappingina í vetur.
Fitt av fólki er og hugdi eftir mongu og góðu dystunum um vikuskiftið.