#Anchor-2so2 "Anchor-2so2"

Haldur Holm Cup 2015

 

HALDUR HOLM

Hallur Joensen vann 26. Haldor Holm Cup

 

NIELS PETERSEN

18.10.2015 - 12:51

Haldor Holm Cup, sum varð avgreitt um vikuskiftið var 26. kappingin av hesum slag síðan í 1989. Spælt bleiv ikki í ár 2000. Kappingin er blivin vunnin av mongum dugnaligum leikarum, og ársins útgáva bleiv vunnin av Halluri Joensen úr Klaksvíkar Billardfelag. Annað árið á rað bleiv Jákup L. Baldvinsson úr Fuglafjarða Billardfelag nummar tvey og triðjur bleiv Kristian Suni Høgnesen úr Klaksvíkar Billardfelag.


Kristian Suni Høgnesen og Henrik Pedersen eru teir, ið hava vunnið kappingina oftast. Teir hava sjey sigrar hvør. Í hølinum á teimum er Hallur Joensen, sum við ársins sigri hevur vunnið kappingina fimm ferðir.

Landskappingin fyri lið í 2. og 3. Deild byrjar 24. oktober og 1. Deild byrjar 31. oktober. Í fjør gjørdu klaksvíkingar bart og vunnu allar deildirnar. Einstaklinga FM vann Jákup L. Baldvinsson úr Fuglafjarða Billardfelag.
 
Úrslit frá Haldor Holm Cup 2015

1. Hallur Joensen - 2780 stig (34,75 í snit)
2. Jákup L. Baldvinsson - 2386 (29,83)
3. Kristian Suni Høgnesen - 1908 (23,85)
4. Max Rasmussen - 1578 (19,73)
5. Sonhard Johannesen - 1572 (19,65)

Stovnað t. 19/10/2016, 15:39:30.
Seinast dagførd t. 29/03/2017, 8:43:41.