Jákup Lundsbjerg Baldvinsson føroyameistari í billard
Sí myndir undir Myndasavn.
Jan Müller er myndatakari
Niels Petersen - 16. apríl 2016:
FM í billard hevur verið í Fuglafirði í dag, og endin gjørdist, at Jákup Lundsbjerg Baldvinsson gjørdist føroyameistari annað árið á rað. Jákup vann 892 - 448 á Jens Kjartan Feilberg í finaluni.
Hallur Joensen, ið tapti móti Jens Kjartan Feilberg í hálvfinaluni, vann dystin um triðjaplássið móti Jan Müller, 590-280.
Annars vóru átta mans, ið høvdu spælt seg til finaluumfarið, ið byrjaði í gjár sum bólkaspæl.
Teir, ið luttóku, vóru:
Bólkur 1:
1. Hallur Joensen
2. Sonhard Johannesen
3. Niels Nielsen
4. Jan Müller
Bólkur 2:
1. Jákup Lundsbjerg Baldvinsson
2. Kristian Suni Høgnesen
3. Jens Kjartan Feilberg
4. Jógvan Jørgensen
Endin gjørdist sostatt, at Jan Müller og Jákup Lundsbjerg Baldvinsson spældu aðra hálvfinaluna, meðan Jens Kjartan Feilberg og Hallur Joensen spældu hina.
Sum sagt endaðu Jákup L. Baldvinsson og Jens Kjartan Feilberg í finaluni, ið Jákup vann.
Finalan varð hildin í kjallaranum í Kommunuhúsinum í Fuglafirði, og sjáldan fyrr hava so nógv fólk verið í hølunum.
31. mars 2016
Páll Heri Nolsøe: - Jákup er favorittur til FM heitið í billard
Nú írestar bert eitt umfar av liðkappingini í 1.deild í billard, og tað sær út til at klaksvíkingar fara við meistaraheitinum. Fuglfirðingar, sum vóru teir einastu sum kundu innheinta teir vóru á vitjan í Klaksvík í gjár, og úrslitið bleiv javnleikur 4-4. Vit hava kontaktað eina finalistin frá í fjør, og fingið hann at meta um liðkappingina og FM fyri einstaklingar, sum verður um miðjan apríl.
23 ára gamli tvøramaðurin, Páll Heri Nolsøe hevur spælt fyri Tvøroyrar Billardfelag í nógv ár, hóast sín unga aldur. Hann spældi seg heilt í finaluna í FM fyri einstaklingar seinastu tvey árini, og mótstøðumaður hansara bæði árini var Jákup Baldvinsson úr Fuglafirði. Í 2014 megnaði Páll Heri at vinna í Klaksvík, í fjør vann Jákup í Havn, og Páll Heri metir, at Jákup fer at gerast drúgvur í ár eisini.
- Eg veri ikki yvirraskadur, um tad ikki verður Jákup Baldvinsson, ið stendur sum annar finalisturin, og kanska eisini sum vinnarin, sigur Páll Heri Nolsøe bersøgin.
FM verður í ár hildið á hansara heimaborði í Fuglafirði, og í flestum førum sær man tað sum ein fyrimun.
- Av tí at man er vanur við at spæla á borðinum, veit man hvussu kúlurnar rulla, og hvat fyri tempo man eigur at spæla. Onki borð er eins, verri enn so. Jákup hevur eisini spælt nakrar stórar dystir upp móti kappingini, og virkar til at vera tann spælarin sum er best fyri, metir Páll Heri.
Aðrir kunnu eisini gera seg galdandi
- Aðrir sum kunnu gera seg galdandi eru Hallur Joensen, og Kristian Suni Høgnesen. Teir báðir hava verið í toppinum í nógv ár, og vita hvat skal til. Teir eru í løtuni øgiliga nær við at tryggja sær FM heitið fyri lið, og eg ivist ikki í at annar av teimum, um ikki báðir, verða at síggja heilt móti endanum á kappingini, sigur ungi tvøramaðurin, sum sjálvur er ein serstakliga góður billardspælari. Í æøtuni er hann í lestrarørindum í Danmark, og spælir tískil ikki við í ár.
- Um eg kann nevna ein "outsidara" til kappingina, so má tað verða Jens Kjartan Feilberg. Eitt nú tí at hann eisini spælir á heimaborði, men eisini tí at hann, gjøgnum tvær tær seinastu einstaklingakappingarnar hevur víst, at hann saktans kann spæla upp móti favorittunum. Hóast hetta, so er stórur munur á at spæla einstaklingakappingina og lidkappingina. Í einstaklingarkappingina hevur man mest sum ikki ráð at spæla ein ringan dyst. Tá kemur oftast spenningur í, og nervar spæla sín part. Øgiliga ofta eru smáðir marginalar sum skulu til, men um eg skal gita ein vinnara, so er tad Jákup Baldvinsson, sigur ein avgjørdur tvøramaður úr Danmark