Jan Müller - 05.04.2015 - 15:10
Nýggi føroyameistarin í billard eitur Jákup Baldvinsson. Hann vann í gjár billardgullið í finaludystinum móti verandi meistaranum Páll Hera Nolsøe. Nr 3 gjørdist Hallur Joensen.
Stórur spenningur var undan finaludystrinum millum tvær av ungu kempunum í føroyskum billardspæli, verandi føroyameistara Páll Hera Nolsøe av Tvøroyri og Jákup Baldvinsson úr Fuglafirði, sum vann sítt fyrsta FM heiti í 2013.
Teir báðir vunnu semifinaludystirnar, tó var sigurin hjá Páll Hera á Halli sera tepur. Jákup vann tó trygt á Jógvani Jørgensen. Báðir finalistarnir spældu annars fleiri sera stórar dystir í undankappingini við meðaltølum upp móti teimum 40 eygunum fyri umfarið.
Hol varð sett á finaludystin við einum sonnum billardbraki. Jákup Baldvinsson legði út við einum umfari uppá 208 eygu. Tað er nærum óhoyrt at fáa so góða byrjan og er tað sera møtimikið hjá mótspælara at skula fara til borðið eftir eina so óvanliga góða byrjan hjá kappingarneytanum. Men tá talan er um teir bestu billardspælararnar í landinum, sum skulu vísa síni kynstur, so taka sjálvt ikki so stór tøl oddaspælarar av ræði. Og tað skuldi eisini skjótt vísa seg, at Páll Heri megnaði at taka Jákup aftur tey komandi umførini, soleiðis at støðan var nærum jøvn, 268 eygu til Jákup og 244 til Páll Hera, tá fimm umfør vórðu spæld.
Tá komið var til hálvleik varð Páll Heri tó dragnaður nakað. Hálvleiksstøðan varð 462 eygu til Jákup og 350 til Páll Hera. Hóast góð 100 eygu á muni ikki er nógv, tá so sterkir spælarar eru um borðið, so skuldi júst hesin munurin koma at merkja restina av spælinum og endaliga úrslitið.
Eftir hálvleik fekk Páll Heri fatur í aftur tí sera trygga og vælkoyrandi spælinum, og tá fimm umfør vórðu eftir, vóru einans 12 eygu á muni. Jákup hevði 540 eygu og Páll Heri 528. So nú var av álvara spenningur í dystinum. Jákup lat seg tó ikki ræða ella tøla av tí vælspælandi tvøramanninum men fór til borðið aftur og aftur við eini sera tryggari hond. Páll Heri, sum spælir sera skjótt og miðvíst, misti í tveimum umførum tað annars so góða tamarhaldið á reyðu kúluni, sum í einum føri fór í hol og í einum øðrum hevði ov nógva ferð - tveir evarska lítlir smáfeilir, ið rætt og slætt gjørdu enda á verandi FM-meistaranum. Poul Heri rætt og slætt steðgaði upp seinastu umførini. Jákup vann trygt dystin við 698 eygum móti 560.
Ringt er at taka dagar ímillum, hvør av hesum báðum samanumtikið er betri spælarin. Páll Heri vísti við sínum stórspæli í undankappingini, har hann fekk 1062 eygu fyri 20 umfør, at hann megnar billardspælið frægari enn nakar annar. Men nógv skal til fyri at varðveita tað tempoið í eini heilari kapping. Við sínum klóka, róliga og trygga spæli tryggjaði Jákup sær sítt annað FM-heiti.
Báðir finalistarnir bera boð um, at føroyskt billard er í sínum besta blóma. Vit kunnu vænta okkum nógv av teimum komandi árini, og eingin ivi er um, at teirra spæl fer at vera íblástur hjá øllum øðrum føroyskum billardspælarum. Fyri billardspælið hava teir sama týdning, sum landsliðið hevur fyri føroyskan fótbólt. Teir vísa vegin fram og gera, at aðrir billardspælarar fara at dubba seg til komandi kappingarár.
Og ein teirra er Hallur Joensen, sum eina løtu ikki var langt frá einum av finaluplássunum. Í einum tí mest spennandi dystinum í billard í mong ár mundi hann koppað verandi meistara, tá semifinalan varð spæld. Men hann gjørdist ov stuttur, tá ástóð, men tað man vera sjáldan, at semifinaludystur endar við, at báðir spælarar hava oman fyri 700 eygu. Hallur fekk tó bøtt um støðuna, tá hann, eftir at hava verið aftan fyri Jógvan Jørgensen við nærum 200 eygum í bronsudystinum, megnaði at vinna í tí seinasta umfarinum við eini rimmar seriu.
Á samkomu í Billardsambandinum seinnapartin í gjár vórðu steyp handað vinnandi spælarunum og vinnandi liðunum frá liðkappingini. Tað sermerkta var, at Klaksvíkar Billardfelag vann allar deildirnar.
Innleiðandi umfør spæld hósdagin 2. apríl 2015:
Víðari umfør spæld fríggjadagin 3. apríl 2015