FM kapping fyri einstakligar var hildin í hølunum hja Klaksvíkar Billardfelag seinasta vikuskiftið,8 spælara vórðu við til kappingina.
Byrjað var fríggjadagin kl 13. Serliga 2 spælarar løgdu hart út, Jákup Baldvinsson úr Fuglafyrði,og Páll Heri Nolsøe av Tvøroyri. Hesir leiktu so mikið væl at báðir komu í finaluna sum var leikt leygardagin kl 15. Finalan sjálv bleiv ongantíð spennandi, av tí at sera illa gekk í hond hja Jákupi Baldvinssyni, serliga í fyrra hálvleiki, har hann bert fekk 124 eygu, meðan tað gekk, sum eftir ánni hjá Páll Hera Nolsøe, sum hevði 540 eygu. Finalan endaði við at, ungi evnaríki Tvøradrongurin vann sannførandi, við 928 eygum, meðan Jákup fekk 528 eygu. Hetta er fyrstu ferð, at Páll Heri vinnur eina stóra kapping, men neyvan seinastu ferð, hann er bert 20 ára gamal, og er samstundis yngsti spælara nakrantíð sum hevur vunnið FM.
Nr 3 gjørdist Jógvan Jørgensen úr Havnar Klubba, nr 4 bleiv Jens Kjartan Feilberg úr Fuglafjarða Billardfelag.
Fyrrverandi FM vinnarar, so sum Kristian Suni Høgnesen, og Max Rasmussen, stóðu seg sera illa, og endaðu, sum nr 5 og 7.
Eftir kappingina vórðu steyp, sum Føroya Bjór, KBI, og Effo høvdu latið, handaði til ymsu vinnararnar í vetur.
FM vinnara í 1. Deild KBF1(Hallur Joensen og Kristian Suni Høgnesen).
Vinnara í 2. Deild KBF2 (Sonhard Johannesen og Urbanus Olsen) vinnari av 3. Deild BFF4 (Jákup Oluf Vørðhamar og Dánjal Pauli Joensen).