Jákup Baldvinson FM-meistari í billard triðja árið á rað
Jan Müller
Føroyameistarin í billard eitur aftur hesaferð Jákup Baldvinson. Triðja árið á rað hevur hesin sera vælspælandi fuglfirðingurin vunnið føroyameistaraheitið í billard fyri einstaklingar. Og ikki nokk við tí. Hann var eisini við til at vinna heimstaðnum FM-heitið fyri lið saman við Jens Kjartan Feilberg.
Finalan fyri einstaklingar í billard varð spæld í føroyska billardmekkainum, Klaksvík, í vikuskiftinum. 8 spælarar høvdu kvalifiserað seg til endaspurtin, og tá innleiðandi dystirnir vórðu lidnir, vóru fýra mans eftir at spæla um gull, silvur og bronsuna. Teir vóru Jákup Baldvinson, Jens Kjartan Feilberg og Dánjal Pauli Joensen allir úr Billardfelag Fuglafjarðar og síðani Páll Heri Nolsøe úr Tvøroyrar Billardfelag.
Royndir spælarar sum Kristian Sune Høgnesen, sum hevur vunnið eina rúgvu av FM heitum, Sonhard Johannesen, Max Rasmussen og Niels Nielsen vórðu allir útslignir í innleiðandi umfarinum.
Og neistarnir fuku, tá ferð kom á kúlurnar í endaspælinum. Tveir av stórspælarunum hesi seinastu árini, nevniliga Jákup Baldvinson og Páll Heri Nolsøe komu í finaluna, meðan Dánjal Pauli og Jens Kjartan spældu um 3. plássið. Her hendi tað óvæntaða, at nýggi og ungi spælarin hjá fuglfirðingum, Dánjal Pauli Joensen vann stórsigur á bygdamanninum, Jens Kjartan Feilberg. Dánjal fekk 772 eygu og fekk bronsuna, nakað, sum lovar væl fyri billardspælaran úr Fuglafirði. Hetta er einki minni enn eitt bragd, tá hugsað verður um, at hann ikki fyrr hevur gjørt seg galdandi millum teir bestu í landinum.
Finalan gjørdist ómetaliga spennandi, hóast úrslitini vóru langt frá støðinum vit hava upplivað áður. Fram til seinasta umfar vóru spælararnir javnir, og í evstu løtu fór Jákup við sigrinum, tó einans fýra eygu frammanfyri Páll Hera. Úrslitið gørdist 626 móti 622 eygu.
Eftir finaluna handaði borgarstjórin í Klaksvík, Jógvan Skorheim vinnarunum bæði í staklinga- og liðkappingunum steyp.